Týdningarmikið stig í føroyskari vinnulívssøgu

-Vit skriva vinnulívssøgu í hesum døgum. Hetta er eitt fyrsta stig burtur úr tí stirvna fíggingarmynstrinum, sum hevur bundið føroyskt vinnulív niður alt ov leingi. Føroyskt vinnulív má sum frálíður sleppa fram at somu fíggjarskipanum sum kappingarneytar í londunum um okkum. Hetta er ein avgerandi fyritreyt fyri vinnuligari menning í Føroyum segði Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni, tá hátíðarhald varð hildið í Havn mikudagin í sambandi við, at felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum

Vinnlívssøga


Mikudagurin 15. Juni vil vera ein merkisdagur fyri mong í Føroyum. Tí henda dagin fór føroyski virðisbrævamarknaðurin at virk og oljufelagið Atlants Kolvetni varð skrásett á VMF. Tað var nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni, Kjartan Hoydal, sum beyð øllum vælkomin til móttøku í samband við, at Atlants Kolvetni tók stigið sum fyrsta føroyska felagið at fara á íslendska/føroyska virðisbrævamarknaðin.

Hann vísti á, at hetta er enn eitt stig í einari miðvísari ætlan hjá felagnum, eitt týdningarmikið stig ikki bert fyri felagið men eitt stig í føroyskari vinnulívssøgu.

-Nógv er vorðið greiðari viðvíkjandi føroyskari oljuvinnu, síðani karmarnir vóru skaptir í nítiárunum og semjan við Bretland setti sjøtul á. Føroyskir myndugleikar valdu tá tann eftir okkara tykki betra lutin, ikki at fara inn á leiðina borin almenn oljufeløg, sum hevur verið gjørt so nógva staðni.

Ístaðin tók føroyskt vinnulív sjálvt leiðsluna og skapaði eitt felag, sum hevur verið til frama fyri føroyskt vinnulív og latið upp fyri 3000 íleggjarum, so felagið er væl og virðiliga rótfest í føroyska samfelagnum. Nógv er at læra her. Tá røttu karmarnir eru skaptir klárar vinnulívið at finna fram til menning og vøkstur. Vakstrarøki vera ikki funnin við politiskum avgerðum men við vinnuligum virksemi segði Kjartan Hoydal.

Hann visti víðari á, at fyrsta takið var at fáa eina avtalu við eitt av teimum samtøkum, sum bjóðaðu seg fram seinast í nítiárunum, og eftir samrøður við fleiri samtøk og drúgvar samráðingar fekst ein sera góð avtala til vega við Faroes Partnership, sum gjørdi tað møguligt hjá Atlants Kolvetni at hegna av váðan og taka lut í fyrsta útbjóðingarumfari undir Føroyum og fyrstu loyvunum á bretskum øki. -Vit vóru so hepnir at fáa avtalu júst við tað samtakið, sum fann olju í 2001, ein fundur, sum enn verður kannaður og viðgjørdur.

Nevndarformaðurin helt fyri, amstarvið í samtakinum gav sambond og innlit og samstarv við umfatandi ráðgevara umhvørvið í Bretlandi og íløgubankar. Hetta gjørdi at farast kundi undir næsta stigið royna at keypa seg inn í framleiðandi leiðir ella leiðir, sum vóru um at fara undir framleiðslu í bretska partinum av Norðsjónum, og hetta eydnaðist í 1993 við keypi av parti í trimum leiðum frá Premier Oil.

Hetta var eisini møguligt, tí stuðulin frá føroyskum íleggjarum hevur verið ósvitaligur hvørja ferð partabrøv vórðu bjóðað út í Føroyum.

Felagið hevur verið rikið smidliga við sera fáum føstum starvsfólki, men við fólki at við serkunnleika knýttum at, so allar avgerðir í felagnum vera tiknar í tryggum grundarlagi.

Nevndarformaður vísti á broyttu umstøðurnar hjá felagnum. -Vit byrjaðu við at avmarka rættin til at eiga partabrøv til føroyingar. Eisini skuldi nevndin góðkenna allan handil við partabrøvum, so tey, sum settu pening í felagið, høvdu fáar møguleikar at selja partabrøv, og virðið hevur verið óvist. Hesar avmarkingar eru nú burtur, og partabrøv í AK eru nú fult umsetilig og kunnu handlast, tá tørvur er á tí á virðisbrævamarknaðinum.

Við hesum er AP vorðið eitt búgvið partafelag, sum loyvir partaeigarum at gera sum teimum tænir best at fáa virðið burtur úr íløgum sínum og loyvir nýggjum íleggjarum upp í.

Her steðgar menningin ikki langt frá tí, men við hesum hevur felagið - og nevndin - givið seg undir tann disiplin, sum marknaðurin.

Kjartan Hoydal vísti á, at felagið við hesi tilgongd skrivar vinnulívssøgu. -Hetta er eitt fyrsta stig burtur úr tí stirvna fíggingarmynstrinum, sum eftir mínum tykki hevur bundið føroyskt vinnulív niður alt ov leingi. Føroyskt vinnulív má sum frálíður sleppa fram at somu fíggjarskipanum sum kappingarneytar í londunum um okkum. Hetta er ein avgerandi fyritreyt fyri vinnuligari menning í Føroyum.