Týdningarmikið at vinna á nærmastu kappingarneytunum

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen taka samanum týðandi 3-2 heimasigurin á ÍF

- Tað hevur sera stóran týdning at vinna á teimum nærmastu kappingarneytunum. Hetta hevur høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Trygvi Mortensen staðfest nakrar ferðir í ár, og tað kundi hann aftur staðfesta í kvøld, tá 07 Vestur heilt ímóti dystarenda tryggjaði sær ein 3-2 heimasigur ímóti ÍF.

 

Trygvi Mortensen viðgongur, at talan var um ein sannan kenslu-rutsjitúr, har liðini skiftust um at verða á odda, og tað loksins koppaði til heimaliðið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Trygva Mortensen á Rás2 fyrr í kvøld.