Týdningarmesta íløgan hjá hesum býráðnum

Hetta er spennandi og vit hava góðar vónir, sigur Helena Dam á Neystabø

Hetta verður størsta, og týdningarmesta íløgan yvirhøvur hjá hesum býráðnum.ð

 

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Býráðið hevur nú endaliga samtykt at játta tær fyrstu 30 milliónir krónurnar til arbeiðið at byggja tann nýggja stórskúlan á Fløtum.

 

Býráðið hevur samtykt verkætlanina, sum kostar 350 milliónir krónur, men nú hevur býráðið samtykt at heimila, at 30 milliónir verða brúktar til endamálið í ár.

 

Nú býráðið hevur samtykt hetta, legði Helena Dam á Neystabø enn eina ferð dent á, at tað er heilt avgerðandi, at ongin stígur yvirhøvur kemur í ætlanina, tí sum er, ganga eini 800 skúlabørn í Havn at kalla heimleys, tí tey húsast í fyribils hølum.

 

Arbeiðið at projektera skúlan er boðið út, og tey eru eisini farin at grava omanav. Hon vísir eisini á, at arbeiðið er boðið út og tað eru trý samtøk sum bjóða seg fram at byggja skúlan.

 

Hon sigur, at tilboðini koma inn seinni í hesum mánaðinum.

- Fyri at fáa skúlabørnunum góð og trygg viðurskifti, hevur tað størsta týdningin, at tíðarætlanin heldur, og at stígur ikki kemur í arbeiðið, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini.