Tá Boðasteinur sló øll ísfiskamet

Í 1998 landaði ísfiskatrolarin Boðasteinur dýrastu ísfiskalast, sum nakrantíð var landað í Føroyum. Teir seldu búrfisk fyri umleið 3,5 miljónir krónur.

Í 1998 landaði ísfiskatrolarin Boðasteinur dýrastu ísfiskalast, sum nakrantíð var landað í Føroyum. Teir høvdu millum 240 og 250 tons av búrfiski, sum teir seldu á Tvøroyri fyri umleið 3,5 miljónir krónur.

 

Á In.fo fyrr í kvøld høvdu vit grein um frystitrolaran Ran, sum herfyri kom aftur av búrfiskaveiði. Teir fóru úr Føroyum 15. oktober og vóru heima aftur í síðstu viku við umleið 249 tonsum.

 

Skiparin, Esbern Poulsen, letur einki serligt at fiskiskapinum henda túrin, men heldur, at tað bøtir eitt sindur um túrin, at búrfiskur er dýrur fiskur, umleið 40 krónur fyri kilo. 

 

Tá Boðasteinur, sum tá var heimahoyrandi í Fuglafirði, gjørdi rimmar búrfiskatúrin í 1998, fiskaðu teir eisini á leiðini suður ímóti Asorunum, har Ran eisini royndi henda túrin.

 

Boðasteinur fiskaði tó bara í fýra dagar, og afturkomnir seldu teir dýrastu ísfiskalast, sum nakrantíð var landað í Føroyum. Fiskiskapurin hjá Ran á hesum túri og hjá Boðasteini í 1998 kann slett ikki samanberast.

 

Tað er langur vegur á leiðirnar norður úr Asorunum, og nevndi túrur hjá Boðasteini vardi í 12 dagar, sum tó ikki er stórt meira, enn ein vanligur ísfiskatúrur undir Føroyum plagdi at vera.

 

Men, fyri manning og reiðarí var hetta ein minniligur ísfiskatúrur - ja, ein rættiligur roktúrur av teimum heilt stóru og fáu í føroyskari ísfiskavinnu.