Týðandi skjøl helst farin fyri skeytið

Vandi er fyri, at gloprarregnið í Keypmannahavn leygarkvøldið hevur oyðilagt eina rúgvu av týðandi skjølum. Tað sigur, Kirsten Villadsen Kristmar, savnleiðari á Ríkisskjalasavninum, við Newspaq.

Ríkisskjalasavnið hevur fingið fráboðan frá 12 ráðstovum og stovnum um, at har hava skjøl fingið skaða av vatninum, og sambært Newspaq kann talan vera um skjøl, sum fylla ein heilan kilometur á hillunum. Eitt nú hava 25 prosent av skjølum hjá Kort & Matrikelstyrelsen frá 1950 til 2009 fingið vatnskaða.

Ríkisskjalasavnið kannar nú, hvat best er at gera fyri at bjarga skjølum, sum hava fingið vatnskaða. Ein háttur er at frysta tað váta pappírið.