Blivu til minus 10-20 milliónir í halli ? og endaðu við at blíva 160 milliónir í gjaldsførishalli aftan á at avdráttir vóru goldnir
Tað var so endin á tí sokallaða fullveldisplitikkinum, sum tá hesin miseydnaðist aftur, bleiv til sjálvstýrispolitikk, har heimastýrislógin skuldi tømast, sum siðani at enda bleiv til »sjálvbjargnings-politikk«
Tað gongur við fullari ferð framá, hevur formaður Tjólveldisfloksins ført fram.
Jú so sannliga gongur tað framá - við fullari ferð - út av eggini enn einaferð.
Bremsurnar vóru ongantíð til staðar í fullveldisbussinum hjá slitnaðu samgonguni, og teir sóu ongantíð skógin fyri berum trøum.
Tíverri vil onkur ivaleyst siga - tíbetur vilja onnur siga.
Eykajáttan oman á eykajáttan, var prísurin fyri eina sera undirmetta fíggjarlóg fyri 2003, - ella rættari orsakað av kreativari bókføring, sum framd var av fráfarnu samgongu, hvat viðvíkur fíggjarlógini fyri 2003.
Teir hildu á at sminka líkið, til og við seinasta dag í Løgtinginum, tá teir enntá ætlaðu UTTAN HEIMILDIR, og enntá uttan fíggjarnevndarviðgerð at snýta 4 mio ígjøgnum,- í enn einum politiskum rossahandlið við Kára P. Højgaard.
Og disse regeredes vi af.
Um tað verður sum Sambandsflokkurin vil og vónandi sum tit eisini vilja tað, - so er ábyrdgarleysi fullveldispolitikkurin (ella hvat tað nú einaferð skal kallast) av á hesum sinni.
Allir føringar við valrætti hava nú aftur møguleikan fyri at velja:
?um teir áhaldandi vilja hava sirkus - og framhaldandi ábyrgdarleysan politikk førdan
?ella vilja hava veruligan realpolitikk førdan
?ein politikk, sum gagnar ungum sum eldri
?ein politikk, har fólkið og fólksins framhaldandi vælferð verður sett í hásætið
?ein politikk, har vinnulívið fær góðar og tryggar karmar at virka undir
?ein politikk, sum vil virka fyri at tú hvønn dag vil gleðast at fara til arbeiðis, tí tað fer at loysa seg at ýta og síðan nýta.
?ein politkkk, har normaliserað viðurskifti aftur verða við restina av ríkisfelagskapin.
?ein politikk, sum mennur okkra land og okkara fólk á øllum økjum.
?ein politikk, sum verjir øll okkara vunnu rættindi, tað verið seg bæði vinnuliga og ríkisrættarliga.
?ein politikk ,sum stig fyri stig vil skapa vøkstur og menna inntøkumøguleikar okkara, so vit gerast alt meira fíggjarliga sjálvbjargin.
Um tað er tað, tú eisini vil, so er Sambandsflokkurin tín flokkur.
Vert er eisini at hava í huga, at tað er bara ein flokkur eftir her á landi, nevnliga Sambandsflokkurin, sum framhaldandi vil verða í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland og verja og áhaldandi betra hendan felagsskapin og okkara rættindi innan hendan.
Set kross tín við SAMBANDSFLOKKIN tann 20 januar 2004, so er tú í tryggum hondum.










