Systrarnar í Italia: Danska stjórnin vil einki gera við trupulleikan

Danski ráðharrin heldur ikki tað er neyðugt at gera nakað við lóggávuna á økinum.

Fríggjadagin 24. mars bar Sosialurin søguna um ørkymlandi støðuna, sum hjúnini Heidi og Regin Guttesen vóru komin í. Í 2013 byrjaðu tey ættleiðingartilgongdina og í 2015 gjørdust tvær systrar úr Filipsoyggjunum partur av familjuni. Familjan búði tá, sum nú, í Italia og síðani hava tey stríðst við at fáa til vega ríkisborgararætt til genturnar. Hetta vísti seg at vera sera trupult, hóast ættleiðingin varð góðkend í bæði Italia og Danmark.


 
Familjan fekk at vita, at um børnini vórðu ættleidd til Danmarkar í staðin, so høvdu tær fingið ríkisborgararætt automatiskt. Men av tí, at ættleitt varð til Italia, so skuldi søkjast um ríkisborgaraskapin á jøvnum føti við eitt nú flóttafólk. Familjan vendi sær millum annað til Sjúrð Skaale, fólkatingslim, ið hevur spurt nakrar spurningar á Fólkatingið um hetta málið. Seinasti spurningurin er svaraður í dag, og hann snýr seg um, hvørt ætlanir eru í donsku stjórnini fyri at beina mismun av vegnum. 

 

 

- Børn, sum verða ættleidd av føroyingum uttanlands, fáa sum er ikki automatiskan ríkisborgararætt. Og danska stjórnin hevur ongar ætlanir um at broyta hetta, sigur danski ráðharrin í svari til Sjúrða Skaale. – Eg skilji ikki hví danska stjórnin tvíheldur um at varðveita verandi støðu. Tí har er onki haldgott argument fyri tí, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi í dag. 

 

 

 

Føroyingar uttanlands, ið ættleiða børn, skulu sostatt ikki rokna við, at børn teirra fáa automatiskan ríkisborgararætt. Tað fáa børn annars, um tey verða ættleidd til Føroya.

 

 

 

- Hetta er ein undarligur mismunur at gera á børnunum. Tey skulu jú vera verandi hjá foreldrinum. Júst sum øll onnur ættleidd børn. Tí gevur tað ikki meining, at ríkisborgararætturin ikki er sjálvskrivaður hjá teimum eisini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin. 

 

 

 

Inger Støjberg, ráðharri, vísir uppskotinum aftur. Hon sigur millum annað, at børn í hesari støðu kunnu søkja um ríkisborgararætt undir serliga lagaligum treytum. Tí heldur hon ikki, at nakar tørvur er at geva børnunum rætt til automatiskan ríkisborgararætt.

 

 

- Eg skilji ikki, hví stjórnin tvíheldur um hesa støðuna. Vit hava sæð eitt heilt ítøkiligt dømi um eitt føroyskt par, sum hevur havt stóran ampa av hesari stirvnu lóggávuni. Tað er heldur onki haldgott argument fyri at varðveita verandi støðu. Tí er tað ikki minni hugstøtt, at fáa eitt tílíkt svar, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi í dag.