Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul og klaver fara aftur í ár at framføra í Klaksvík og Fuglafirði, og hetta eru konsertir í samband við summartónar.
Týsdag hin 17. juni klokkan 20 spæla tær í Fuglafjarðar kirkju, og hósdag hin 19. juni klokkan 19.30 hava tær konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Andrea spælir bæði á orgul og flygil.
Tær báðar eru systrar og upprunaliga úr Sveis.
Monika hevur búð í Føroyum í mong ár og arbeitt sum violinleikari og violinlærari innan Føroya Musikskúla. Konsertvirksemi hjá henni er bæði her heima og uttanlands.
Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum orgulleikari í ymiskum kirkjum.
##med2##
Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, meðan Monika vitjar heimland sítt. Andrea hevur óteljandi ferðir vitjað í Føroyum, og saman hava tær spælt fleiri konsertir kring Føroyar.
Á skránni á konsertunum í Fuglafirði og Klaksvík verður fjølbroyttur tónleikur eftir eitt nú Hándel, Tartini, Albinoni, Saint Saéns og Heifetz. Uppruna føroyskir tónar eru eftir Kristian Blak, Simonu Eivindsdóttir og Lailu Nielsen.
Konsertirnar eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.