Systkin fáa sama avsláttur

Sjóvar kommuna: Á seinasta fundi í bygdaráðnum vórðu gjøldini fyri pláss í vøggustovuni, barnagarði og frítíðarstovu samtykt.

Frá 1. januar 2008 mugu foreldur gjalda 2200 krónur fyri eitt vøggustovupláss, 1775 kr. fyri eitt barnagarðspláss og 1100 kr. fyri eitt frítíðarstovupláss. Avslátturin fyri systkin verður kortini óbroyttur. Í Sjóvar kommunu búðu 1.022 fólk í september mánaði, men hugsandi er. at talið fer at vaksa í framtíðini, tí fleiri grundøki eru seld á Strondum hetta seinasta árið.