Systkin eiga at halda jól saman

Hjá einum skilnaðarbarni er jólaaftan bæði ársins besti dagur, men samstundis ein áminning um, at mamman og pápin eru skild.

Hjá einum skilnaðarbarni er jólaaftan bæði ársins besti dagur og samstundis ein áminning um, at mamman og pápin eru skild. Longsulin eftir tí eina foreldrinum kann vera stórur.

 

Sum tað av foreldrunum, ið hevur barnið um jólini, kann tað vera eitt gott hugskot at geva barninum eitt eyka klemm og siga, at “eg skilji væl, at tú saknar pápan/ mammuna..” Á henda hátt merkir barnið, at tað er í lagi, um lagið er gott og minni gott.

 

Tá ein familja verður deild, eru tað nógvar siðvenjur, sum verða brotnar. Hetta kann vera trupult, tí hetta er við til at avgera jólahýrin. Ein máti kann vera at gera so vítt gjørligt tað, sum tit plaga at gera, samstundis sum nýggjar traditiónir verða skaptar.

 

Eru viðurskiftini góð millum foreldrini er tað eitt gott hugskot at halda jólini saman. Í aðrar mátar noyðist annað av foreldrunum at góðtaka at halda jól uttan barnið. Tá soleiðis er, ræður um at goyma sína egnu sorg burtur og gleða seg barnsins vegna.

 

Lýsir tað av foreldrunum, at tey heilhjartað stuðla tí avgerð, sum er tikin um, hvussu jólini skulu verða, kann barnið eisini slappa av og njóta jólini. Eru systkin í skilnaðinum, eiga tey altíð at sleppa at halda jól saman, soleiðis at børnini ikki eisini skulu umvera hvønn annan á jólum.

 

Tað er ikki skilagott, at skilnaðarbørn renna ímillum foreldrini alla jólafrítíðina. Børnini eiga heldur at fáa nakrar dagar á hvørjum staði sær, soleiðis at tey veruliga kunnu njóta dagarnar. Tað týdningarmesta er, at barnið ikki kennir strongd.

Kelda: www.voresborn.dk