Art Artica er altjóða myndlistafestivalur, sum er í Helsinki í hesum døgum.
Systkini Katrin og Rói Einarsson úr Trongisvági luttaka og eru tey einastu luttakandi føroyingarnir.
Myndevnini hjá teimum báðum eru yvirnáttúrligum føroyskum søgum, og myndirnar eru soleiðis háttaðar, at ljós er í rammunum, og myndirnar skulu upplivast í myrkri. Myndirnar eru gjørdar til hesa framsýningina.
Katrin og Rói hava bæði bachelorprógv innan myndlist frá Blackpool anf The Fylde College