Eunice Kennedy Shriver, systir JFK og stovnari av Special Olympics, er deyð, 88 ára gomul. Hon doyði í morgun á Cape Cod sjúkrahúsinum í Massachusetts, varð sagt í einari fráboðan frá familjuni.
Eunice Shriver skipaði fyri fyrstu Special Olympics Games í 1968, partvíst við íblástri frá menningartarnaðu systrini, Rosemary Kennedy.
Henni er tilskrivaður stórur heiður í sambandi við herferðir hennara at broyta hugburðin hjá fólki í sambandi við menningartarnað fólk.
Eunice Shriver hevur havt sera vánaliga heilsu seinastu dagarnar, síðani hon varð innløgd á Cape Cod sjúkrahúsið í síðstu viku.
Einki verður sagt um, hvørjum hon doyði av, men hon hevur liðið av einari røð av heilabløðingum seinastu árini.
Eunice Shriver er mamma at sjónvarpsvertinum, Mariu Shriver, sum er gift guvernørinum í California, Arnold Schwarzenegger.
Eisini bróður hennara, Edward Kennedy, senatorur, stríðist við krabbameini í heilanum, sum hann fekk staðfest í fjør, skrivar BBC.










