Sýslumaður vil hava løgregluna til staðar í grindadrápi

Limir í Sea Shepherd eru so ágangandi, at sýslumaður stúrir fyri trygdini

Grindamaður roynir at forða limi í Sea Shepherd at taka drápið í Leynum, upp á film. Hvat er tað, føroyingar hava at krógvað, spyr Sea Shepherd. Nú vil Sýslumaður hava løgregluna at vera til staðar. Myndin er úr einum filmi hjá Sea Shepherd

– Eg vildi ynskt, at løgreglan var til staðar, tá ið grindadráp er. Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í Streymoynni, í Vágum og í Sandoynni.

 

Fleiri grindir hava verið í ár og felags fyri grindirnar á meginøkinum, hevur verið, at umboð fyri Sea Shepherd hevur verið til staðar og hevur tikið alt upp á film. Tey hava eisini flogið við dronu, men tað eru tey skuldsett fyri, tí tað er ólógligt.

 

Hóast fleiri áminningar um at verða siðiligir og ikki leypa framav, slepst ikki undan, at í ávísum førum eru umboðini fyri Sea Shepherd so ágandandi, at tað grindamenn, sum hava latið seg provokerað.

 

Í Hvannasundi varð ein drona hjá Sea Shepherd skotin niður og í einum øðrum drápi skuldsetur Sea Shepherd ein grindamann fyri at hótta hann eftir lívinum.  Og aftur í grindini í Leynum í gjár, var tað ein grindamaður, sum royndi at forða Sea Shepherd í at taka upp á film – men tær upptøkurnar eru farin heimin runt.

 

Í lesarabrævi her á www.in.fo í gjár gjørdi Hans Jacob Hermansen, vart við seg. Hann er íðin grindamaður og hann hevur eisini verið virkin í Grindamannafelagnum. Somuleiðis hevur hann eisini mangan verið við í kjaki um grind og grindadráp.

 

Og hann spyr, hví løgreglan ikki er til staðar tá ið grindadráp er. Og tað er Finnbogi Midjord púra samdur í.  Sjálvandi eigur løgreglan at vera til staðar í einum grindadrápi, sigur hann.

 

Hann vísir á, at endamálið hjá Sea Shepherd er at provokera og tíverri eru dømi um, at tað hevur eydnast. Higartil er einki hend, men Finnbogi Midjord er ikki heilt álviligur við støðuna við provokerandi umhvørvisfólkum øðrumegin, og grindamonnum við knívum, hinumegin.

 

– Tað er ein uppgáva fyri løgregluna at halda lóg og landaskil, og eg haldi, at løgreglan átti sjálvsagt at verið til staðar í grindadrápi, tí eingin veit, nær ein veruligur samanbrestur verður.

 

Løgreglan er væl mannað til hvønn einasta, størri fótbóltsdyst, so tað er sjálvsagt, at løgreglan eisini er til staðar í einum grindadrápi, heldur sýslumaðurin.

 

Sýslumenninir hava heimild til at lýsa alt øki rundan um eitt grindadráp fyri grindaøki, bæði á sjógvi, á landi, og í luftini – og á grindaøkinum hava óviðkomandi onga atgongd, tí har er bara loyvt hjá grindamonnum, og teimum, sum hava við drápið at gera, at vera.

 

Tann heimildin varð brúkt, tá ið Sea Shepherd beinleiðis løgdu upp í, og royndu at forða fyri grindadrápi, men í seinastuni er tað ikki brúkt. Nú eru tað bara fólk, sum taka upp á film, og tað kunnu vit valla nokta teimum. Men nú er støðan tann, at tey ganga ímillum grindamenn og royna at provokera – og tíverri eydnast tað teimum av og á og tí kann tað enda galið.

 

Finnbogi Midjord fer nú at tosa við hinar sýslumenninir um at seta hesa skipanina í verk afttur um at lýsa alt økið rundan um raksturin og drápið sum grindaøki av trygdarávum, og hann heldur, at teir eisini at tosa um, hvussu grindadrápini skul skipast.

 

Men hinvegin vísir hann á, at verður hetta sett í verk, má løgreglan eisini vera við fyri at hondhevja lógina, og tí má løgreglan vera til staðar og syrgja fyri, at óviðkomandi ikki koma inn á grindaøkið - og fyri yvirhøvur at vera til reiðar, skuldi tað enda við samanbresti.

 

Grindamaður roynir at forða limi í Sea Shepherd at taka drápið í Leynum, upp á film. Hvat er tað, føroyingar hava at krógvað, spyr Sea Shepherd. Nú vil Sýslumaður hava løgregluna at vera til staðar. Myndin er úr einum filmi hjá Sea Shepherd