Sýriska verjan upplýsir í morgun, at fleiri ísraelskar rakettir, sum í nátt vóru á veg móti høvuðsstaðnum, Damaskus, eru skotnar niður.
Sambært ríkisriknu sýrisku tíðindastovuni, Sana, sum endurgevur keldur í sýrisku verjuleiðsluni, vórðu ísraelsku rakettirnar skotnar úr hersettu Golanheyggjunum.
Í Sýria verður sagt, at ísraelsku álopini vóru vend móti málum har suðuri í Damaskus.
Einki verður tó sagt um, hvørji málini vóru - ei heldur, um nøkur av ísraelsku rakettunum raktu sínum málum.
Ísrael hevur higartil ikki váttað, at landið hevur lopið á mál í Damaskus í nátt, men Ísrael hevur við jøvnum millumbilum lopið á tað, sum landið rópar iransk mál í Sýria.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.











