Ferðsla
Á Portalinum hjá Føroya Tele hevur seinastu tíðina verið møguligt hjá fólki at svarað einum greiðum og áhugaverdum spurningi um ferðslu og rúsdrekka.
?Hevði tú farið í bil, um tú visti, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka??
Ein greiður spurningur. Svarini munnu hava undrað mong, tí meiri enn helmingurin av teimum, sum svara ?ja? ella ?nei?, siga, at tey høvdu farið í bil, hóast tey vistu, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Tilsamans 11.309 fólk hava svarað. Av hesum siga 49,1% ja og 48,2% nei. Tey, sum ikki vita, telja 2,7%.
Syrgiligt...
- Eg haldi, at hetta er ógvuliga syrgiligt og avspeglar ein hugburð. Tað er trist, at fólk ikki eru meira bevíst um tær fylgjur, sum kunnu standast av at koyra við bilførara, sum er ávirkaður av rúsdrekka.
Hetta sigur Kristian M. Joensen, sýslumaður í Eysturoy.
Hann harmast um, at meirilutin av teimum, sum hava svarað ?ja? ella ?nei?, ikki skulu hava fingið meira burtur úr teirri upplýsing, sum hevur verið um ferðslu og rúsdrekka.
- Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur saman við skúlunum gjørt eitt stórt arbeiði fyri at kunna um ferðslu, og tí kann tað undra, at upplýsingin eftir øllum at døma ikki hevur havt størri ávirkan. Tey ungu kunnu tískil ikki siga, at tey ikki eru upplýst um ferðslu og ferðsluvandar.
Sýslumaðurin sigur, at bæði skúlar og heimini royna at leggja niður í tey ungu, at tað er vandamikið at koyra, tá ið tú ert ávirkaður av rúsdrekka ? og eins vandamikið at fara í bil, har førarin ikki er edrúur.
- Tey, sum koyra ella koyra saman við øðrum, noyðast sjálvi at taka ábyrgdina av sínum lívi og lagnu, tí eingin annar kann gera tað fyri tey.
Spurdur, um bilførarar, sum verða tiknir ávirkaðir av rúsdrekka, koyra einsamallir ella saman við øðrum, sigur Kristian.
- Eg veit ikki, um hagtøl finnast í so máta, men vit kenna bæði dømini; at bilførarar eru einsamallir, men eisini, at onnur eru í bilinum.
Sýslumaðurin heldur seg tó tora at siga, at tá ið fólk eru í bilinum saman við bilførara, sum er ávirkaður av rúsdrekka, so eru hesi ofta eisini ávirkaði.
- Men sambært kanningini á Portalinum fara fólk eisini edú í bil saman við bilførara, sum hevur drukkið, og tað er syrgiligt, sigur Kristian M. Joensen, sýslumaður, at enda.










