Tveir av synunum hjá stóru countrystjørnuni, Merle Haggard, verða høvuðsnavn á Sørvágs Country- og Bluesfestivali, sum verður 13. til 15. juni 2019.
Talan er um teir báðar, Ben og Noel Haggard, sum hava tikið upp arvin eftir pápan, og nú ferðast kring heimin og framføra tónleikin hjá Merle Haggard saman við gamla bólki hansara, The Strangers.
Haggard brøðurnir fara at syngja á stóra pallinum á Dungasandi leygarkvøldið 15. juni.
- Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski hjá okkum at fáa Haggard brøðurnar hendavegin. Vit vita, at tað eru heilt nógv í Føroyum, sum elska góðu sangirnir hjá Merle Haggard, og við Noel og Ben er tað næstan sum at hava ta ektaðu vøruna á countryfestivalinum, sigur Allan Samuelsen, ein av fyrireikarunum av festivalinum, sum komandi ár verður hildin á áttanda sinni.
Merle Haggard var ein av legendunum innan countrytónleikin í USA. Hann var aktivur sum sangari og sangskrivari so at siga heilt til hann gjørdist sjúkur og doyði í apríl 2016, 79 ára gamal. Vit kenna stór hitt so sum ”Mama Tried”, ”Workin’ Man Blues”, ”I’m a Lonesome Fugitive”, ”Sing me back Home” og ikki minst ”Okie from Muskogee”.
Eftir at Merle doyði, hava Ben og Noel tikið uppgávuna at føra familjuarvin víðari. Teir átóku sær enntá at spæla tær konsertir, sum Merle Haggard hevði á avtalukalendaranum tá hann royði. 15. juni verða hesir báðir so at hoyra á Sørvágs Country- og Bluesfestivali.
Hoyr Ben og Noel Haggard syngja ”I’m a Lonesome Fugitive” her.










