Syngja um stolna gittarin um vikuskiftið

Danska popduoin Muri & Mario kemur til Føroya at framføra um vikuskiftið.

 

Fangandi sangurin um eksdamuna, sum rýmdi og tók gittarin við, hevur síðani í summar verið nógv at hoyrt bæði í donskum og føroyskum útvarpi.

 

Søgan um videolagið til sangin "Hun tog min guitar", er ikki heilt vanlig.

 

- Tíðliga í vár skrivaðu vit á Facebook, at fólk kundu senda inn video, ha tey syngja til sangin. Vit fingu 120 video sendandi frá ymiskum fólkum, og vit hava so klipt brot úr øllum hesum videonum saman til endaliga videolagið, greiða teir báðir popdreingirnir frá.

 

Muri og Mario, sum eru ættaðir úr ávikavist Arabia og Italia, hittust fyri fimm árum síðani á MySpace og gjørdu alt fyri eitt ein tónleikabólk. Síðani hevur tað gingið við rúkandi ferð.

 

- Vit hava ætlanir um at útgeva "Hun tog min guitar" í Svøríki, og at umseta sangin til enskt og geva hann út í Týsklandi. Annars brúka vit meginpartin av tíðini upp á at skriva nýggjar sangir, siga Muri og Mario.

 

Tað er dansistaðið Rex, sum er karmur um framførsluna hjá Muri & Mario fríggjakvøldið.