Symfoniorksetur hevur barnakonsertir

Eini 4.000 børn í aldrinum 3 - 10 ár úr øllum landi­num koma til tær 12 barn­a­kon­sert­ir­nar sum Før­oya Sym­fo­ni­ork­est­ur hev­ur í Norð­ur­land­a­hús­i­num hesa vik­una.

Høvuðsverkið hesuferð er nýtt tónleikaverk sum sym­fon­i­or­kestr­ið hevur um­biðið.
Kári Bæk hevur skrivað tón­leikin, Rakul Helmsdal skriv­a­ð søguna og Janus á Hús­a­garði hevur gjørt tekn­ingarnar.
Ann­finnur Heinesen er frá­søg­u­mað­ur og for­tel­ur søg­u­na, með­an or­kestr­ið spæl­ir tón­eik­in og myndi­r­nar síggjast á stórskíggja.