Teir eru leirvíkingar, synir hjá Malenu, vanliga nevnd Malla, f. Øregaard, og Suna Jacobsen, bæði úr Leirvík. Sylverius er føddur í Klaksvík seks tímar eftir at eineggjaði tvíburabróðurin, Marius, var føddur í Leirvík. Eftir at Marius var føddur, bleiv mamman í skundi flutt við útróðrabátinum Gulakletti til sjúkrahúsið í Klaksvík, har Sylverius er borin í heim. Hetta var undir læknastríðnum í Klaksvík.
Sylverius fór í læru á Skála Skipasmiðju 1. mars 1970, og hevur hann arbeitt har síðan tá. Hann hevur búð á Skála síðan 1973 og er í dag smiðjumeistari á Skála Skipasmiðju. Hann er giftur við Sannu, fødd Berg, av Skála. Tey eiga tríggjar døtur: Paula, Sunfríð og Elisabeth, eisini eiga tey 3 ommu og abbabørn. Sylverius hevur verið limur í Javnaðarflokkinum frá ungum av, og hevur hann verið uppstillaður fyri flokkin í Eysturoynni. Hann er formaður fyri Meinigheitsstýrið á Skála, og brúkar hann stóran part av síni frítíð har.
Marius lærdi eisini á Skála Skipasmiðju, síðan gekk hann á maskinskúla og fekk maskinistprógv. Hann hevur arbeitt á sildamjølsverksmiðjuni í Fuglafirði og í smiðjuni hjá Br. Petersen í Fuglafirði. Eina tíð var hann arbeiðsformaður á flakavirkinum Frost í Leirvík. Í dag arbeiðir hann á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík, har hevur hann verið við frá byrjan. Marius er giftur við Annu, f. Thomsen, av Skála. Tey búgva í Leirvík og eiga trý børn: Malan, Jørgin og Petur Súni. Eisini eiga tey eina ommu- og abbadóttir. Marius hevur verið limur í Javnaðarflokkinum frá ungum av, og hevur hann eisini verið uppstillaður fyri flokkin í Eysturoynni. Hann hevur verið deknur í Leirvíkar Kirkju í 27 ár, eisini er hann virkin í Meinigheitshúsinum í bygdini. Mariusi dámar sera væl at ganga, og gongur hann nógv í fjøllunum. Hann er eisini grindaformaður.
Sylverius hevur opið hús á Skála leygarkvøldið 19. juli, og Marius heldur føðingardagin saman við sínum nærmastu á Muntra í Fuglafirði sunnukvøldið 20. juli.