Todi Jónsson og FC Amager eru av álvara farin undir fyrireikingar til stríðið um varandi sess í næstbestu deildini. Liðið spældi venjingardyst í kvøld móti HIK, og FC Amager vann 4-3. Ahmed Davy Sylla minkaði um munin til 2-1 við beinleiðis frísparki.
Næstbesta deildin í Danmark byrjar aftur eftir vetrarsteðgin tann 22. mars. Tá fær FC Amager vitjan av Herfølge.










