Eftir at lítið hevur verið at hoyra til teir seinastu árini, so gjørdi føroyski rapp bólkurin Swangah av álvara um seg aftur í 2017, tá bólkurin gav út útgávuna Lán mær eitt oyra, ið er triðja útgávan hjá bólkinum. Og saknur hevur verið í teimum, tí fyri løtu síðan bleiv avdúkað, at bólkurin hevur vunnið FMA-virðislønina fyri Ársins tekst fyri nýggju fløguna.
Tað vóru Sissal Kampmann og Vónbjørt Vang, umboðandi Rithøvundarfelagið, ið velur vinnaran, ið handaður Swangah virðislønina.
Swangah hevur møguleika fyri at vinna fleiri virðislønir í kvøld, tí bólkurin er eisini tilnevndur í Ársins bólkur/einstaklingur í Popp/Rokk flokkinum og útgávan er millum tær fimm útgávurnar, ið eru tilnevndar til Ársins útgáva/fløga í Popp/Rokk flokkinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Swangah hevur vunnið eina FMA-virðisløn. Í 2014 vann bólkurin heiðurin sum Ársins live bólkur, og var bólkurin tá eisini tilnevndur til Ársins bólkur/sangari og Ársins útgáva.