»Hvat fer at henda, tá teir taka yvir?« Soleiðis spyrja teir í Swangah Dangah í einum sokallaðum teasara, ella brellbita. Hesum fæst ikki svar fyri fyrr enn 4. november, tá fløgan kemur út, men leygardagin kunnu suðuroyingar koma nærri svarinum, tá Swangah Dangah spæla á Seglloftinum á Tvøroyri.
Talan er um fyrstu konsertina hjá Swangah Dangah í Suðuroynni nakrantíð, og á Facebook-síðuni hjá bólkinum lova teir, at tað verður eitt vilt kvøld.
Í farnu viku kunngjørdu Swangah Dangah annars næsta staklagið hjá sær, sum liggur á YouTube og ber heitið »Sprutt Akutt«.
Til ber at hoyra lagið á leinkjuni niðanfyri.










