Feskasta navnið á plakatini er Swangah. Bólkurin er ein sannur pionerur á føroyska tónleikahválvinum, tí teir tóku føroyskan hip-hop upp á eitt nógv hægri støði. Ungdómurin tók bólkin til sín beinanvegin, og teir hava síðani megnað at fylt konserthølini, og hava fingið dansigólvini at danda. Swangah eru heilt einfalt vorðnir føroysk fólkaogn.
Vit vænta eina orkumikla veitslu, tá Steen og Ragnar fara út til alt Føroyar á Okkara Voxbotn 20/21.
Skráin til Okkara Voxbotn 20/21 tekur skap, og fleiri nøvn eru longu kunngjørd, men komandi dagarnir koma nógv fleiri.
Frammanundan er greitt, at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra og Sam Feldt fara á framføra á Okkara Voxbotn 20/21.