Svøríki vann til fánýtis

Russland vann eisini sín dyst og sleppur beinleiðis víðari til EM-endaspælið.

Svøríki hevði í dag møguleikan at spæla seg beinleiðis víðari til EM-endaspælið, men samstundis sum tað kravdi ein sigur á heimavølli ímóti Moldova, so máttu teir dúva upp á, at Russland skuldi tapa á heimavølli ímóti Montenegro.


Svøríki gjørdi sína skyldu og vann 2-0 við málum frá Zlatan Ibrahimovic og Erkan Zengin. Tíverri fyri sviar, so vann Russland eisini 2-0 ímóti Montenegro, og tískil er Russland víðari sum 2-ari í bólinum, meðan Svøríki skal í playoffs.


Tað er stórur spenningur í bólki C í kvøld, har Slovakia og Ukreina eru jøvn á øðrum plássi og kappast um at sleppa víðari úr bólkinum saman við Spania. Slovakia spælir á útivølli ímóti Luksemburg, meðan Ukreina fær vitjan av Spania. Teir dystirnir byrja kl.19.45.