Svøríki sýtir fyri at senda flogfør eftir svium í Gaza

- Vit eru í einari støðu, har svensku myndugleikarnir og svenska uttanríkisráðið í tíggju ár hava sagt: Farið ikki til Gaza.

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström.

Svøríki sýtir fyri at senda flogfør avstað fyri at taka svenskar ríkisborgarar heim úr Gazageiranum.

Tað gjørdi svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, greitt á tíðindafundi saman við norðurlendsku uttanríkisráðharrunum seinnapartin í dag.

 

Tá Reuters spurdi, um norðurlendsku londini vildu senda flogfør til Egyptalands at hjálpa sínum borgarum heim úr Gazageiranum, svaraði svenski uttanríkisráðharrin:

 

- Vit eru í einari støðu, har svensku myndugleikarnir og svenska uttanríkisráðið í tíggju ár hava sagt: Farið ikki til Gaza. Nei, vit fara ikki at senda nakað flogfar eftir fólki, segði Tobias Billström.

 

Ísland hevur einki fólk í Gazageiranum, sum tey vita um, men tað hava bæði Noreg og Finnland. Reuters veit at siga, at Noreg og Finnland vóru ikki líka avgjørd í sínum svarum, sum svenski starvsbróðurin var.

 

- Vit hava 12 borgarar í Gazageiranum, og vit hava hjálpt teimum at koma til eitt trygt stað við Rafah-marknaðliðið, um marknaðliðið letur dyrnar upp, segði finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen.

 

Rafah-marknaðliðið er einasti vegurin úr Gazageiranum og til Egyptalands, sum er opið, men higartil er so gott sum eingin sloppin út haðani.

 

- Vit hava 200 borgarar ella fólk við tilknýti til Noregs í Gazageiranum, og vit hava eitt lið, sum er til reiðar á egyptiskari síðu, men trupulleikin er at fáa hesi fólkini um marknaðliðið.

 

Tað segði norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.

 

Reuters sigur seg ikki vita, hvussu Danmark fyriheldur seg til spurningin, tí danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur luttikið talgilt á fundunum í Norðurlandaráðnum.

 

 

 

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström.