Svøríki hevur fingið sín Oscar

Nýggi prinsurin í Svøríki, sum krúnprinsessa Victoria átti í gjárkvøldið, hevur í dag fingið navn.

 

Prinsurin hevur fingið navnið Oscar Carl Olof. Tað var abbi prinsin, Carl Gustav, kongur, sum kunngjørdi navnið.

 

Kongurin upplýsti, at prinsurin er vorðin hertugi av Skåne og verður dagliga nevndur Oscar.

 

Prinsurin kom í verðina klokkan 19.29 føroyska tíð, vigaði 3.655 gramm og var 52 sentimetrar langur. Móðir og barn hava tað bæði gott.

 

Oscar Carl Olof er lítlibeiggi Estelle, sum er fýra ára gomul.