Svenska kanningin av herverkinum á gassleiðinginga Nord Stream 1 og Nord Stream 2 í Eystursjónum steðgar nú.
Tað upplýsir svenski ákærumyndugleikin í dag sambært tíðindastovuni TT.
Ákærumyndugleikin metir, at tað ikki er møguligt at uppklárað málið.
Tað var væntandi, at hetta fór at verða niðurstøðan í dag. Men um tað fór at snúgva seg um eina møguliga skuldseting, ella um tey fóru at gevast á hondum, var ikki heilt greitt í gjár.
Tað var síðst í september í 2022, at staðfest vórðu fleiri hol á rørleiðingini í Nord Stream 1 og Nord Stream 2.
Bæði Svøríki, Danmark og Týskland gjørdu kanningar í málinum.
/ritzau/