Svøríki eitt stig nærri limaskapi í Nato

Turkiska uttanríkisnevndin sigur ja til svenska limaskap í Nato og sendir málið víðari til turkiska tjóðartingið

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (t.v.), tekur lógvatak saman við svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson (t.h.), meðan Nato aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hyggur at undir Nato-toppfundi í Litava í juli. Nú er svenskur limaskapur í verjusamgonguni komin eitt stig nærri at gerast veruleiki.. (Arkivfoto) - Foto: Yves Herman/Ritzau Scanpix

Uttanríkisnevndin hjá turkiska tjóðartinginum hevur í dag góðkent umsóknina hjá Svøríki um limaskap í Nato.

Næsta stig er, at turkiska tjóðartingið atkvøður um málið.

Tað ógreitt, hvussu tað fer at henda, men roknað verður við at tað verður innan fáar vikur, skrivar tíðindastovan Reuters.

Leiðarin í uttanríkisnevndini sigur, at Svøríki ikki skal rokna við »eini skjótari atkvøðugreiðslu«.

Um tjóðartingið atkøvður ja til at lata Svøríki gerast limur í verjusamgonguni, skal tað síðani góðkennast av forsetanum, Recep Tayyip Erdogan.

Tað verður longu roknað við, at tað verður eitt ja í tjóðartinginum. Í november segði aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, at Erdogan forseti hevur mælt turkiska tjóðartinginum til at atkvøða ja.

Stjórnarflokkurin hjá Erdogan, AKP, og tess sameindu, sita á meirilutanum í tjóðartinginum.

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, skrivar í telduposti til svensku tíðindastovuna TT, at hann jóðar tí vælkomið, at uttanríkisnevndin nú hevur góðkent umsóknina hjá Svøríki um Nato-limaskap.

– Næsta stigið er, at tjóðartingið atkøvður um spurningin. Vit gleða okkum til at gera limir í Nato, sigur ráðharrin.

Tíðindaskrivarin hjá honum upplýsir, at Billström ikki ynskir at viðmerka meira til málið, áðrenn turkiska tjóðartingið hevur atkvøtt í málinum.

Bæði Finnland og Svøríki søktu um Nato-limaskapi í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina í februar í 2022.

Finnland gjørdist limur í paríl í ár.

Tey bæði londini høvdu vónað at gerast limir samstundis, men Turkaland var ímóti svenskari upptøku og kravdi ávísar treytir uppfyltar.

Turkiska stjórnin heldur, at Svørík hýsir og verjir kurdiskar bólkar og persónar, sum Turkaland metir vera yvirgangsfólk.

Erdogan hevur eisini koblað eitt ja til svenskan Nato-limaskap saman við ynski sínum um at keypa F-16-flogfør úr USA, skrivar TT.

Øll limalondini skulu atkvøða ja, fyri at eitt nýtt land kann uptakast í Nato.

Umframt Turkaland manglar eisini Ungarn at taka støðu í málinum. Men tað er Turkaland, sum er størsta forðingin.

Í Nato eru 31 limalond. Danmark er eitt av teimum 12 upprunaligu limalondunum frá 1949.

/ritzau/Reuters

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (t.v.), tekur lógvatak saman við svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson (t.h.), meðan Nato aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hyggur at undir Nato-toppfundi í Litava í juli. Nú er svenskur limaskapur í verjusamgonguni komin eitt stig nærri at gerast veruleiki.. (Arkivfoto) - Foto: Yves Herman/Ritzau Scanpix