Svøríki: Bumbuhóttan móti SAS-flogfari

Øll flogferðsla er fyribils steðga á Landvetter flogvøllinum í Gøteborg, aftaná ein bumbuhóttan noyddi eitt flogfar hjá skandinavisku flogfelagnum SAS at neyðlenda á flogvøllinum.


Flogfarið var á veg frá London til Stokkhólm, tá avgerðin varð tikin at neyðlenda í Gøteborg, skrivar Ritzau.


Tað var um níggju tíðina í morgun, at flogfarið lendi í Gøteborg, og sambært talsmanninum hjá svensku løgregluni, Stefan Gustofsson, so eru øll ferðafólk og manning flutt úr flogfarinum.

 
67 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum, harav fimm teirra vóru partur av manningini.