Svimjimøguleikarnir skulu víðkast

   

Elin Lindenskov
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
www.lindenskov.com
???????
Fyri trimum árum síðani legði eg uppskot fyri býráðið um at víðka um svimjimøguleikarnar í Tórshavnar kommunu. Tørvurin er stórur, og trýstið á verandi svimjihyl er meira enn gott er.
Svimjing er einasta ítróttartilboð, sum allir borgarar í kommununi kunna njóta uttan mun til aldur ella førleika. Svimjihøllin er einasta ítróttartilboð, sum ikki krevur limaskap í felag, ella krevur at ein møtir til ásettar tíðir. Eitt sera gott og heilsumennandi tilboð, til hvønn tann einasta borgara í kommununi. Tá um fólkaheilsuna ræður, er svimjing eitt tað besta tilboðið, sum kann bjóðast fólki.
Svimjihøllin er nú 22 ára gomul. Høllin avloysti Svimjihylin í Gundadali, sum tá var 23 ára gamal. Tann hylurin var úti og kundi tí bert brúkast summarhálvuna. Svimjihøllin var tá eitt stórt framstig.
Fyri 22 árum síðani búðu umleið 13.000 fólk í Kommununi. Í dag eru vit upp ímóti 20.000 fólk í Kommununi eini 7000 fleiri enn tá íð høllin bleiv bygd.
Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin. Talið er munandi størri um summarið, tá ið høllin er opin all-an dagin. Um summarið vitja millum 650 og 800 fólk svimjihøllina um dag-in. So stórt er trýstið á svimjihøllina.
Seinastu árini hevur kommunan víðkað um onnur ítróttartilboð. Tórsvøllur er bygdur, Ítróttar-høllin í Hoyvík er bygd, Ítróttarhøllin í Kollafyri er komin væl áleiðis. Hetta eru øll góð tiltøk, sum hava verið røtt at gera, men nú er tíðin komin til svimjingina.
Eg fari tí at endurtaka mítt uppskot um, at næsta stigi fyri ítróttina verður at víðka um svimjimøguleikarnar, soleiðis at bæði almenningurin, skúlar/barnagarðar og svimjifeløgini fáa góðar umstøður at svimja í. Eg skjóti upp, at vit á 25 ára degnum hjá svimjihøllini í 2007, í minsta lagi eru komin væl áleiðis, tá umræður at útbyggja svimjimøguleikarnar í kommununi.
Fert tú inn á mína heimasíðu, sær tú, at eg eri ótroyttilig, tá ið tað snýr seg um at berjast fyri mínum hjartamálum. Leitar tú eftir barnaansing, finnur tú ikki færri enn 72 greinar. Hetta mál er nú um at verða loyst. Eg vóni ikki, tað verður neyðugt at skriva so nógvar greinar fyri at fáa bøtt um svimjimøguleikarnar. Men verður tað neyðugt, so geri eg tað.