Kommunustýrið í Eysturkommunu hevur nu samtykt at næsta skúlaár skal svimjihylurin í skúlanum í Gøtu niðurleggjast og gerast til fimleikarhøll burtura Kommunustýrið hevur í eina tíð viðgjørt eina ætlan sum sigur, at framyvir bara skal bara ein svimjihylur vera í kommununi og at hann skal vera í Leirvík.
Hinvegin skal svimjihylurin í Gøtu gerast til eina fimleikarhøll burtur av.
Men tað er langt frá semja í kommunustýrinum um tað.
Meirlutin í teknisku nevnd, sum eru Joen Magnus Rasmussen og Terji Lervig, mæla til at hava bara ein svimjihyl í kommununi og at hann skal vera í Leirvík og at svimjihøllin í Gøtu verður fimleikarhøll burturav.
Men minnilutin i teknisku nevnd, sum er Tollakur Joensen, mælir til at svimjifeløgini og skúlarnir skulu hoyrast áðrenn støða verður tikin í málinum.
Hinvegin mælir ein meiriluti í trivnaðarnevndini, sum eru Hanna Jensen og Tollakur Joensen, til at varðveita svimjihylin í Gøtu fyri at tryggja, at svimjing framhaldandi verður ein natúrligur partur av skúlatilboðnum.
Men ein minniluti í trivnaðarnevndini, sum er Elin V. Olsen, mælir aftur ímóti til at hava svimjihyl í Leirvík og at gera eina góða hylin í Gøtu til eina góða fimleikarhøll.
Fíggjarnevndin í kommunustýrinum hevur eisini viðgjørt ætlanina og hon mælir til at tað bara verður ein svimjihylur í kommununi og at hann skal vera í Leirvík.
Men tað endaði alt samalt í eini millumloysn, tí tá ið avtornaði samtykti kommunustýrið at næsta skúlaár skal verða eitt royndarár, har bara ein svimjihylur verður í Eysturkommunu og at hann skal vera í Leirvík.
Samstundis skal svimjihylurin í Gøtu verða fimleikarhøll burtur av næsta skúlaár