Svimjihøllin opin allan dagin

 Hví keða seg í heystfrítíðini, tá ið Svimjihøllin í Havn er opin allan dagin?

 At svimja er ein sonn fólkaítrótt fyri bæði smá og stór. Nógv fólk koma í svimjihøllina í Gundadali, og síðani hon læt upp í 1982, er áhugin at svimja blivin munandi størri. Umleið 150.000 fólk koma í høllina árliga, og hetta svarar til, at hvør borgari í kommununi svimur í miðal 10 ferðir um árið.
Soleiðis siga tey av Tórshavnar Býráð, nú avgjørt er at leingja um svimjitíðina í heystfrítíðini.
Leiðslan í Svimjihøllini hevur gjørt av sum nakað nýtt, at Svimjihøllin í heystfrítíðini, eins og í summarfrítíðini, verður opin fyri almennari svimjing mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag út í eitt frá kl. 6.45 til kl. 20.00 á kvøldi.
Hinar upplatingartíðirnar verða tó óbroyttar:
mikudag er opið
frá kl. 6.45 til kl. 9.00
leygardag frá kl. 9.00
til kl. 17.00
sunnudag frá kl. 8.00
til kl. 10.00 og frá kl. 14.00 til kl. 17.00

Í heystfrítíðini er altso møguleiki at svimja allan dagin, og soleiðis fáa nakrar góðar og hugnaligar løtur í Svimjihøllini.