Ætlanin at byggja svimjihøll í Runavík gongur sína gongd. Høllin ætlast at vera tað, sum nevnt verður ein vatnmentanarhøll, og hon verður bygd sum framhald av ítróttardeplinum Bylgjan í Runavík.
Byggikostnaðurin er roknaður at vera umleið 56 milliónir krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2018, tá ið talan verður um framhald í fyrireikingum, eru 1,8 milliónir settar av, og restin verður avsett í 2019 og 2020, tá ið høllin ætlast at vera bygd.
Nú bjóðar Runavíkar kommuna teimum, sum eru áhugað í at vera við til at byggja høllina, til kunnandi fund, sum verður í Bylgjuni mikudagin sætta september klokkan tíggju.
Meiri um fundin, treytir fyri at sleppa uppí part í arkitektakapping og at bjóða og tíðarætlan fyri fyrireikingar og bygging sæst á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu