Á býráðsfundinum hjá Tórshavnar kommunu hóskvøldið kemur eitt mál til viðgerðar um at keypa nýggjar start-skamlar til Svimjihøllina í Gundadali. - Í Svimjihøllini í Gundadali er tørvur á nýggjum nútíðarhóskandi start-skamlum. Í hesum sambandi eru tilboð komin frá LM og Nomatek. Tilboðið frá LM fevnir um skamlarnar við allari tekniskari útgerð. Tilboðið frá Nomatek fevnir um arbeiði í sambandi við uppsetingina, m.a. stálarbeiði. Harumframt verður lagt upp fyri óvæntaðum kostnaði við 10%, og her verður serliga hugsað um møguligt múraraarbeiði, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.
Kostnaðurin verður tilsamans 603.750,00 krónur. Á fíggjarætlanini 2011 eru avsettar 350.000,00 krónur á framfluttum íløgum.
Tilboð frá LM 388.650
+ mvg 25% 97.163
Tilboð frá Nomatek 50.441
+ mvg 25% 12.610
548.864
Óvæntað 10% 54.886
Íløga tils. kr. 603.750
Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til at fíggja arbeiðið við kr. 350.000,00 av tí peningi, sum er avsettur á íløgum, og kr. 253.750,00 av íløgum, sum eru avsettar til felagshølini hjá Havnar Svimjifelag. Tilsamans kr. 603.750,00.
Mentamálanevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið um fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur somuleiðis samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við mentamálanevndini og játta 350.000 krónur av íløguætlanini fyri 2011 og 163.000 krónur av íløgum, sum eru avsettar til felagshølini hjá Havnar Svimjifelag ? tilsamans 513.000 krónur.









