Svimjifelagið Hellifossur nýtt felag í SSF

Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið hin 19. oktober 2023 at góðkenna Svimjifelagið Hellifoss í Kvívík sum lim í Svimjisambandi Føroya, og hevur Svimjisambandið tí nú 7 virkin feløg.

Svimjifelagið Hellifossur hevði stovnandi aðalfund hin 5. oktober 2023, har nevnd varð vald og viðtøkur samtyktar, sum eru grundaðar á standardlógunum hjá ÍSF fyri nýggj ítróttarfeløg.

 

Hellifossur hevur heimstað í Kvívík, og fyrsta nevndin er hendan:

 

- Sára Midjord, forkvinna

 

- Helgi Simonsen, næstformaður

 

- Joan M. Joensen, skrivari/kassameistari

 

Hartil tiltakslimir:

 

- Benadikta Debes

 

- Anja Eydnudóttir

 

- Torstein Paulason Brattaberg

 

Umsókn um limaskap varð send til Svimjisamband Føroya, sum síðani ráðførdi seg við m.a. ÍSF, áðrenn viðgerð og góðkenning á regluligum starvsnevndarfundi í gjárkvøldið.

 

– Vit í Svimjisambandinum fegnast sjálvsagt um hendan nýggja lim okkara, ið umboðar eitt øki í Føroyum sum Svimjisambandið søguliga hevur havt ilt við at røkka, siga tey úr Svimjisambandinum í tíðindaskrivi.

 

Føroysku svimjifeløgini eru nú Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Suðuroyar Svimjifelag, Svimjifelagið FLOT, Svimjifelagið Hellifossur, Svimjifelagið Reysti og Ægir.

 

Av hesum er Svimjifelagið Reysti okkara nú næstyngsta svimjifelag, ið var samanlegging av Svimjifeløgunum Skeggjar og Reki í 2010.