- Svíkið ikki borgarar okkara, sum líða av sálarsjúku!
Soleiðis ljóðar ein innilig áheitan frá Janu Mortesen, sjúkrarøktarfrøðingi á Psykiatriska deplinum.
Hon heitir staðiliga á politiska myndugleikan um ikki at niðurlaga psykiatriska økið, men heldur byggja tað upp.
Hon leggur afturat, at tað skal gerast bæði av menniskjansligum og av fíggjarligum orsøkum.
Jana Mortensen sigur, at ambulanta viðgerðin, sum er ment á psykiatriska deplinum seinastu árini, er ein sólskinssøga.
- Vit høvdu væntað, at peningurin, sum liggur bundin í uppgávuni, vit í fleiri ár hava røkt fyri almannaverkið, og sum tey nú so spakuliga eru við at yvirtaka, nú loksins kundi brúkast til at økja um ambulanta virksemi.
Hon sipar til, at tey fólk, sum eru liðugt viðgjørd, men hava havt fastan bústað á psykiatrisku deild, tí tey ongastaðni hava havt at fara, nú so smátt eru við at flyta í sambýli.
Hon sigur, at hevði peningurin, sum tá verið leysgivin, verði brúktur til at at økt um ambulantu viðgerðina, kundu tey viðgjørt fleiri sjúklingar meiri miðvíst, uttan at gera óneyðuga stór inntriv í dagliga lívið hjá teimum, sum tørvar hjálp, og avvarandi teirra
- Men við sparitiltøkunum sum liggja í kortunum fyri Psykiatriska depilin í ífíggjarlógini fyri næsta ár, ivist eg stórliga í, um rúm er fyri ambulantum tilboðum , sum annars bara er eitt av mongum tilboðum, sum eru í umbúna, men sum vit enn ikki hava sett í verk, tí peningurin ikki er tøkur.
Les eisini: Mátt- og mótloysi um framtíðar psykiatri í Føroyum
Jana Mortensen sigur, at soleiðis sum fíggjarligu útlitini hjá psykiatriska deplinum eru, verður ikki rúm fyri øðrum tilboðum á Psykiatriska deplinum enn ein viðgerðareind, har fólk kunnu verða innløgd.
- Og tað er sanniliga neyðugt at hava eina slíka viðgerðareind, tí í summum førum er tað at verða innlagdur hitt besta tilboðið.
- Men tað er stórt spell, og eitt veldugt afturstig fyri føroyska psykiatri, verður tað einasta tilboðið, og eg ivist ongantíð í, at ein av mongum avleiðingum verður størri sálarlig líðing fyri fleiri av landsins borgarum, sigur Jana Mortensen.
|