Svik fyri hundraðtúsundtals krónur

Málið móti eigaranum av eini bilasølu í Havnini, har viðkomandi er skuldsettur fyri svik móti landskassanum, er um at verða liðugt kannað.


Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við in.fo, at skuldsetingarnar móti eigaranum verða væntandi handaðar ákæruvaldinum ein av næstu døgunum.


- Talan er um svik fyri nakrar hundraðtúsundtals krónur, sigur Jón Klein Olsen.


Í rannsóknini móti bilasøluni mánadagin 18. januar legði løgreglan heild á fleiri bilar, ið høvdu eitt virði á umleið tvær milliónir krónur. Teir bilarnir eru enn í varðhaldinum hjá løgregluni.


Tað var aftaná eina fráboðan frá Akstovuni, har stovnurin metti, at alt ikki ruggaði rætt í roknskapinum, at løgreglan valdi at kanna málið.