Svii dømdur fyri yvirgang í USA

Eitt nevningating í New York hevur dømt ein 43 ára gamlan svia sekan í yvirgangi Sambært svensku tíðindastovuni var sviin ákærdur fyri 11 lógarbrot, og hann bleiv dømdur sekur í øllum.

Maðurin, sum er av libanskum uppruna, var millum annað ákærdur fyri at hava verið við í einari ætlan um at burturflyta og myrða fólk í einum øðrum landi. Hann var eisini ákærdur fyri at hava skipað eina venjingarlegu fyri yvirgangsmenn í amerikanska statinum Oregon.

Sviin bleiv tikin í altjóða floghavnini í Prag í desember í 2005. Tá hevði Interpol leitað eftir honum í fleiri ár, skrivar TT.