Tann borgarliga stjórnin í Svøríki noyðist at ganga frá lyftinum um at lækka inntøkuskattin næsta ár, tí ríkiskassin hevur ikki ráð til skattalætta. Tað kom fram, tá Anders Borg, fíggjarmálaráðharri, legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 fram í gjár. Hann legði afturat, at skattalættin kemur heldur ikki í 2013, tí stjórnin heldur tað ikki vera ráðiligt við halli á fíggjarlógini, nú fleiri lond í Evropa eru í skuldarkreppu.
-Vit fara ikki at lækka inntøkuskattin, fyrr enn vit hava stórt avlop á fíggjarlógini, segði Anders Borg, sum vildi vera við, at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2012 fer at brynja Svøríki til at standa ímóti ávirkan av skuldarkreppuni aðrastaðni.
Fyrr í ár væntaði svenska stjórnin stóran vøkstur í búskapinum í ár og næsta ár, men nú sigur fíggjarmálaráðið í Stockholm, at vøksturin í bruttotjóðarframleiðsluni fer at minka og verður 1,3 prosent næsta ár.