Yvirgangur rakti rakti enn einaferð ein bý í Vesturheiminum, tá ein yvirgangsmaður í gjár rendi ein lastbil inn í eina fólkamúgvu í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólm. Fýra fólk doyðu og fimtan fólk fingu løstir í álopinum.
Løgreglan hevur handtikið ein 39 ára gamlan mann, ið er undir illgruna fyri at hava koyrt lastbilin í gjár
Talan er um ein fjórða yvirgangsálopið í Evropa síðan í summar, har yvirgangsmenn hava brúkt akfør sum vápn í eini yvirgangsatsókn. Frammanundan hava bilar ella lastbilar verið brúktir í álopum í Nice, Berlin og London.
Svenska stjórnin hevur avgjørt at minnast ofrini fyri yvirgangsálopið við eina minutt tøgn mánadagin klokkan 12, men longu í dag hava sviar verið úti á gøtunum og lagt blómur har yvirgangsálopið hendi.
Vit hava samlað nakrar myndir úr Stókkholmi, ið kunnu síggjast undir greinini.