Tað gongst stak illa hjá formanninum hjá teimum svensku sosialdemokratunum, Håkan Juholt, at vinna sær undirtøku millum teir svensku veljararnar.
Í einari meiningakanning í juni søgdu 29 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu álit á honum, men nú eru tað bara 16 prosent, sum hava ta uppfatanina, og sambært svensku fjølmiðlunum hevur eingin sosialdemokratiskur floksformaður í Svøríki verið so illa umtóktur. 44 prosent siga bart út, at tey hava als ikki álit á Juholt.
Harafturímóti fáa hinir floksformenninir støðugt størri stuðul millum fólk, og ovastur á stiganum er forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, sum fær undirtøku frá 67 prosentum av teimum spurdu.