Sverri er eitt stórt framstig fyri allar Føroyar

Hetta er eitt stórt framstig, ikki bara fyri vesturøkið í Føroyum, men fyri alt landið.

 Tað staðfesta tey í Vága Bjargingarfelag, nú tey komu í Vágar í dag við spildurbýggja, topp-modernaða bjargingarbátinum Sverra, sum tey hava bygt í Cork í Írlandi.

 

- Talan er um ein 15 metra langan bát, sum er útgjørdur við allari teirri nýggjastu útgerðini til leiting og bjarging.

 

Hann hevur tveir motorar á 600 hestar hvør, og tað gevur honum eina ferð upp á 30 míl.

 

- Á ferðini heim høvdu vit hann uppi á 32,7 míl, men tá rak eitt sindur undan, siga teir.

 

Veðrið var avbera gott, so vit fingu ikki roynt hann av álvara. Men hann vísti seg at vera avbera góður í sjónum.

 

Og hólvist hann, kemur hann aftur á rættkjøl av sær sjálvum.

 

Hann stingur ikki meiri enn ein góðan metur og er serstakliga væl hóskandi til leiting og bjarging inni við land, men samstundis er hann havgangandi, so er brúk fyri honum til havs, er hann eisini førur fyri tí.

 

Somuleiðis er hann útgjørdur til sjúkraflutning.

 

Í Vága bjargingarfelag hava tey eitt lið av 47 maskinmeistarum og navigatørum, sum hava átikið sær at ganga í vaktum og soleiðis at tryggja, at báturin altíð er siglingarklárur eftir eini lítlari løtu.

 

Navnið Sverri, hevur báturin fingið eftir einum Sverra Nielsen, sum var við til at stovna bæði Vága Bjargingarfelag og Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini og sum var ein undangongumaður í feløgunum.

 

Hann doyði brádliga í 1989, bara 58 ára gamal og hann er pápi Sofíu Jacobsen, sum nú er forkvinna í Vága Bjargingarfelag.

 

Báturin kostar sjey milliónir og hann er útgoldin, nú hann liggur við bryggju í Sørvági, við stuðuli úr Landsfelagnum, sum landið stuðlar, og við pengum, tey annars hava savnað saman.