Sveriges Radio tekur seg av Twitter

Public service-miðilin Sveriges Radio gevst nú við at vera virkin á sosiala miðlinum Twitter.

 

Lýsingin hjá Twitter hevur seinastu tíðina skapt kjak. Sambært Sveriges Radio hevur avgerðin um at taka seg av Twitter tó einki við tað at gera. (Arkivfoto). - Foto: Kacper Pempel/Reuters

Tað uppýsti miðilin í tíðindaskrivi í dag.

Sveriges Radio hevur sambært sær sjálvum bert raðfest at vera har, sum áhoyrarar eru.

Twitter-kontan hjá Sveriges Radio Ekot fekk fyri stuttum heitið»almenn fíggjaður miðil« frá Twitter, men avgerðin hevur einki við tað at gera, verður sagt.

Christian Gillinger, sum hevur ábyrgdina av sosialum miðlum hjá Sveriges Radio sigur, at Twitter hevur »broytt set seinastu árini og fingið alsamt minni týdning« fyri miðilin.

Miðlalýsingin hjá Twitter hevur annars skapt nógv kjak og ført til fleiri mótmæli frá miðlum.

/ritzau/

 

 

Lýsingin hjá Twitter hevur seinastu tíðina skapt kjak. Sambært Sveriges Radio hevur avgerðin um at taka seg av Twitter tó einki við tað at gera. (Arkivfoto). - Foto: Kacper Pempel/Reuters