Á seinasta ríkisdagsvalinum í Svøríki eydnaðist tað høgraflokkinum Sverigesdemokraterne at fáa umboð á ting, men tað hevði flokkurin ikki fingið, um val hevði verið nú.
Ein nýggj meiningakanning vísir, at Sverigesdemokraterne hava mist nógvar veljarar í summar. Í einari kanning í juni fekk flokkurin 4,8 prosent, men í teirri nýggju fær hann bara 2,9 prosent og er sostatt niðan fyri minstamarkið fyri at fáa umboð í Ríkisdagin.
Valgranskarin Nicklas Källebring sigur, at yvirgangsálopið í Noregi tann 22. juli er uttan iva høvuðsorsøkin til afturgongdina hjá Sverigesdemokraterne.
Tann nýggja meiningakanningin vísir annars, at tann borgarliga stjórnarsamgongan hevur teir flestu veljararnar aftan fyri seg. Hevði val verið nú, høvdu stjórnarflokkarnir fingið 51,5 prosent og tann reyðgrøna andstøðan 44,9 prosent av atkvøðunum.