Tveir útisetar hava verið í dysti í kvøld í Svøríki. Brandur Hendriksson og Helsingborg taptu móti Malmø í Allsvenskan, meðan GAIS og Meinhard E. Olsen vunnu 2-0 á AFC Eskilstuna.
Brandur Hendriksson spældi 89 minuttir fyri Helsingborg, sum tapti 1-0. Isaac Kiese Thelin legði gestirnar úr Malmø á odda longu eftir eitt korter. Helsingborg megnaði ikki at svara aftur og liggur framvegis undir niðurflytingarstrikuni. Nú á 15. plássi av 16.
Betri gongur hjá GAIS, sum við 2-0 sigri á AFC Eskilstuna hevur lagt fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna, har júst AFC Eskilstuna liggur. Føroyski landsliðsspælarin átti uppleggið til fyrra málið og spældi 87 minuttir.