Svenskur sangari vitjar í Klaksvík

Olle Nilsson úr Norrköping verður at hoyra í Klaksvík í næstu viku Nógv áhugaverd tiltøk verða gjørd í samband við 100 ára føðingardagin hjá Klaksvíkar Kommunu. Úr vinarbýi Klaksvíkar í Svøríki, Norrköping kemur sangarin Olle Nilsson á vitjan í næstu viku. Olle er víðagitin í Svøríki. Hann vann sjónvarpskappingina ?Móti Stjørnunum? við at spæla ?Imagine? hjá John Lennon. Til sínar framførslur klæðir Olle Nilsson seg sum John Lennon, og ikki eru teir heilt ólíkir. Hósdagkvøldið 3. apríl kl. 19.30 kemur Olle Nilsson at spæla á almennari framløgu um Norrköping, sum verður í Býráðshøllini í Klaksvík. Sama kvøld verður hann at hitta á Dávavirkinum. Hetta verður kl. 21.30 og frameftir. Her fer Olle Nilsson at greiða frá virki sínum sum tónleikari, og hann fer eisini at jamma saman við tónleikasnillingum úr Klaksvík.