Oscar Stenstrøm, sum hevur staðið á odda fyri svensku Nato-samráðingunum er nú liðugur við sítt arbeiði fyri svensku stjórnina.
Sambært skrivstovuni hjá svenska forsætisráðharranum er uppgávan hjá samráðingarleiðaranum nú fullførd.
- Í juli segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdoğan, at tjóðartingið í landinum í heyst fer at samtykkja, at Svøríki nú kann gerast limur í Nato.
Enn hevur Turkaland tó ikki givið greið boð um júst, nær tjóðartingið í landinum fer at góðkenna Svøríki sum nýtt Nato-limaland.
- Men, tað verður einaferð í heyst, hevur turkiski forsetin sagt.
Tað var fyrr í ár, at øll limalondini í verjusamgonguni høvdu givið Finnland grønt ljós, og soleiðis er Finnland nú Nato-limaland nummar 31.
Í svensku stjórnini verður sagt, at eingin "dramatikkur" liggur aftanfyri, at Oscar Stenstrøm nú gevst sum samráðingarleiðari.
- Hann fer í eitt nýtt starv sum ráðgevi í svenskum vinnulívi, veit tíðindastovan NTB at siga, sum er millum miðlarnar, ið umrøður hetta mál í dag.