Johan Flinck, hondbóltsserfrøðingur hjá stóra svenska blaðnum Aftonbladet valdi undir HM-endaspælinum í Svøríki 12 tey størstu hondbóltstalentini í heiminum, og teirra millum vóru systkinabørnini, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún.
Johan Flinck helt Elias vera tað fjórðstørsta hondbóltstalentið í heiminum. Um Elias skrivaåði hann: - Tann spetakuleri miðníggjarin sum domineraði bestu deildina í Svøríki í fjør, men sum vit kanska tíverri ongantíð sleppa at síggja í einum endaspæli, tí hann er føroyingur. Er klárur at fara til Kiel í summar.
Johan Flinck hevði sostatt lítlar vónir um, at føroyska landsliðið nakrantíð fór at vinna seg í eitt EM-endaspæl ella HM-endaspæl.
Johan Flinck helt Óla vera 12. størsta hondbóltstalentið í heiminum: Um Óla skrivaði hann: - Er systkinabarn og eitt kopi av Elias á Skipagøtu. Skoraði heili 80 mál í sjey dystum í U18-EM endaspælinum farna summar. Er hóast hetta ikki bara ein málmaskina, men eisini ein dugnaligur spælskipari. Var valdur til MVP undir U18-EM, og hevur longu "litað" bestu svensku deildina.
Tíbetur fekk Johan Flinck ikki rætt um føroyska A-landsliðið í hondbólti.
Soleiðis sá teksturin um Elias, Óla og hini stóru hondbóltstalentini út í Aftonbladet 22. januar í ár:
##med2##
##med3##