Svenskur handilsráðharri vitjar í Føroyum

Svenski handilsráðharrin Ewa Björling og umboð fyri svenskar fyritøkur vitja Føroyar.

Svenski handilsráðharrin Ewa Björling og umboð fyri svenskar fyritøkur vitja Føroyar.

 

Týsdagin í næstu viku verður skipað fyri vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum har svenski handilsráðharrin, Ewu Björling, verður við saman við umboðum fyri svenskt vinnulív.

 

Yvirskipaða endamálið er at menna samstarvið millum føroyska og svenska vinnu, sigur Vinnuhúsið, sum skipar fyri.

 

Luttakandi fyritøkur:

  • Orkla Foods
  • Skandinaviska Enskilda Banken (SEB)
  • Saab
  • NCC
  • Nibe/Vølund
  • Volvo
  • Fiskareföreningen Norden