Í næstu viku kemur svenska Gudrun Schyman til Føroya at kjakast um javnstøðu og javnstøðupolitikk.
Norðurlandahúsið verður karmur um eitt alment tiltak, har fjølmiðlar, løgtingslimir, kommunalpolitikarar, landsstýrisfólk, ungmannafeløg og onnur áhugað fáa møguleika at hitta kenda feministin, sum er fyrrverandi forkvinna í svenska flokkinum Feministisk Initiativ og í Vänsterpartiet.
Beint nú er Gudrun Schyman aktuell í dokumentarfilminum "Feministurin", sum snýr seg um hennara lív, politiska virki og harða uppvøkstur. Ókeypis sýning av filminum verður í Norðurlandahúsinum, og aftaná fer Liljan Weihe at hava samrøðu við Gudrun Schyman, sum eisini svarar spurningum úr salinum.
Tað eru Demokratia, Javnstøðunevndin og Norðurlandahúsið, ið hava bjóðað henni til Føroya í sambandi við filmssýningina. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 5. desember klokkan 19.